Eingin kringvarpsskattur, men kortini meira pengar til SvF

Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður í mentamálum, hevur nú endaliga slept ætlanini um at áseta eitt kringvarpsgjald. Arbeitt verður í staðin við tvinnanda loysnum: antin at strika meirvirðisgjaldið av hyggjara- og lurtaragjaldinum, ella at hækka hyggjaragjaldið. Tí sjópvarpið má fáa meira pengar næsta ár, slær landsstýrismaðurin fast.

Undirtøka var ikki í samgonguni fyri uppskotinum hjá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni í mentamálum, um at áseta eitt kringvarpsgjald, ið skuldi krevjast inn umvegis skattin, í staðin fyri verandi lurtara- og hyggjaragjøld. Hetta staðfestir landsstýrismaðurin, og tí kemur einki uppskot frá henni um at áseta nakað kringvarpsgjald.
- Eg má bara staðfesta, at tað bar ikki til at fáa semju fyri uppskotinum í samgonguni, og tí er ætlanin slept, í øllum føri fyribils, sigur Annlis Bjarkhamar.
Rættuliga skjótt eftir at landsstýrismaðurin kom við uppskotinum gjørdist greitt, at undirtøkan millum samgongulimir var ivasom. Millum annað segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, at hann í sínum grundsjónarmiði var ímóti kringvarpsgjaldinum, tí talan í veruleikanum var at »uppfinna« ein nýggjan skatt at leggja á fólkið. Eisini førdi løgmaður fram, at eftir hansara tykki var tað ein skeiv gongd at flyta ymiskar almennar skipanir, tænastur og tilboð yvir í skattaskipanini og harvið skattarokningina hjá fólki.
Hóast uppskotið hjá landsstýrismanninum síðan hevur fingið tunnilin niðureftir hjá pørtum av samgonguni, følir Annlis Bjarkhamar tó ikki, at samgongan hevur vent henni bakið.
- Øll vóru samd um, at serliga sjónvarpinum tørvaði pengar, og tí royndi eg at koma við eini loysn, ið kanska var eitt sindur øðrvísi. Eisini legði eg meg eftir at fáa breiða semju fyri hesi loysnini, men kanska var tað eitt sindur naivt av mær, leggur Annlis Bjarkhamar afturat.

Finna aðra loysn
Hóast undirtøka ikki fekst fyri ætlanin við kringvarpsgjaldinum, ið sambært landsstýrismanninum skuldi geva sjónvarpinum nakrar milliónir í inntøku afturat um árið, so hevur Annlis Bjarkhamar slept málinum um at víðka fíggjarligu karmarnar hjá Sjónvarp Føroya, longu næsta ár.
Landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við tvinnanda loysnum. Fyri tað fyrsta ber til at hækka sjónvarpsgjaldið. Tað kann landsstýrismaðurin gera við kunngerð. Hin møguleikin er at frítaka sjónvarps- og útvarpsgjaldið fyri meirvirðisgjaldinum, so allir pengarnir enda hjá stovnunum sjálvum. Samgongan hevur sett sær fyri ikki at fremja fleiri undantøk í MVG-lógini, men kortini metir Annlis Bjarkhamar, at hetta eigur at vera ein møguleiki. Hon vísir á, at t.d. eru bløð og bøkur frítikin fyri meirvirðisgjaldi, og tí eigur at bera til, eisini at frítaka útvarp og sjónvarp frá meirvirðisgjaldinum.
Í ár er inntøkan hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum frá lurtara- og hyggjargjaldinum 16,7 milliónir krónur fyri hvønn stovnin, ella tilsamans 33,4 milliónir krónur. Tað merkir, at stovnarnir tilsamans rinda 8,3 milliónir í meirvirðisgjaldi av lurtara- og hyggjaragjaldinum. Annlis Bjarkhamar sigur, at verður loysnin tann, at stovnarnir sleppa undan at rinda hesar pengarnar í MVG, so verður ein býtislykil gjørdur, so sjónvarpið fær størra partin av pengunum. Samtíðis er greitt, at landskassin so missir hesa MVG-inntøku frá almennu loftmiðlunum.
Hin møguleikin er at hækka sjónvarpsgjaldið. Annlis Bjarkhamar sigur, at enn hevur hon ikki tikið endaliga støðu til, hvussu nógv gjaldið kundi hækkað, men hon kundi hugsað sær, at tað hækkaði umleið 500 krónur. Ein tílík hækking er neyðug, skal tað gera nakran veruligan mun hjá stovninum, vísir landsstýrismaðurin á.
Annlis Bjarkhamar sigur, at í løtuni verður uppskotið viðgjørt í samgonguni. Tí er ov tíðliga at siga, hvat endaliga loysnin verður, ella um undirtøka er fyri uppskotunum. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tó sett sær fyri at avgreiða málið rættuliga skjótt.
- Hóast undirtøka ikki fekst fyri ætlanini við kringvarpsgjaldinum, so ætli eg framvegis at útvega sjónvarpinum meira pengar næsta ár, og tí hevur málið skund, sigur Annlis Bjarkhamar.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at hon er ímóti at eitt nú Sjónvarpið, har tørvurin á meira pengum er størstur, kemur á fíggjarlógina. Tí tá er vandi fyri, at politikarar fara at blanda seg uppí, hvat fyriferst á stovninum, sigur Annlis Bjarkhamar.
Annlis Bjarkhamar sigur, at hon framvegis arbeiðir við at fáa sett eina felags nevnd fyri sjónvarpið og útvarpið, sum skal virka sum millumlið millum politiska myndugleikan og stjórarnar á almennu loftmiðlunum.