Seinastu tíðina hevur verið at frætt um fleiri fólk, sum hava fingið seinnu koppseting, men sum kortini eru vorðin smittað við covid-19.
Á einum bú-og viðgerðarstovni í Lillestrøm í Noregi gjørdust fimm borgarar sjúkir við koronu, tó at tey øll høvdu fingið tvær koppsetingar.
Romerikes Blad skrivar, at fýra av borgarunum eru vorðnir frískir aftur, men hin fimmti doyði við koronu.
Eisini á einum bú-og aktivitetsstovni í Ullensaker eru fleiri borgarar vorðnir sjúkir við koronu, tó at tey øll høvdu fingið seinnu koppseting.
Norski Fólkaheilsustovnurin hevur sagt, at tað ikki kemur óvæntað, at nøkur, sum hava fingið báðar koppsetingarnar, eru vorðin sjúk við koronu.
- Eingin koppseting verjir 100 prosent, og tað fara at verða nøkur, sum fáa smittuna, tó at tey eru koppsett.
Tað vísir seg serliga, at eldri borgarar kunnu gerast smittaðir, tó at tey eru koppsett, tí likamið tekur ikki altíð so væl ímóti koppingarevninum.
Yvirlæknin, Are Stuwitz Berg, sum starvast hjá norska Fólkaheilsustovninum, sigur, at tað tískil er skilagott at ansa væl eftir teimum gomlu.
Líkt er tó til, at fólk, sum eru koppsett, fáa eina mildari sjúkugongd enn fólk, sum ikki eru koppsett.