– Skaðin av eldinum í Bónushandlinum í Hoyvík í gjárkvøldið er sera umfatandi.
Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Bónushandlarnar. Hann hevur verið á staðnum í morgun.
– Vit hava fund við ymsu partarnar í morgun fyri at vita, hvussu farast skal fram. Men vit kunnu longu staðfesta, at skaðin er sera stórur. Handilin er stongdur, og tað er eingin kjansur, at handilin letur uppaftur fyri jól, sigur Niels Mortensen.
Brunaskaðin á goymsluni er sera umfatandi, og alt sum er á goymsluni er oyðilagt.
– Har eru stórir frystarar, sum eru oyðilagdir. Tað er jú leveringstíð upp á slíka útgerð, so tað er ikki nakað, sum kann gerast í eini handavend, sigur Niels Mortensen.
Hvussu stórur roykskaðin er í handlinum, er ikki heilt greitt enn. Men Niels Mortensen sigur, at alt skal út úr handlinum, og skal vaskast, hvør krókur og hvør riva – ja alt skal vaskast.
– Vit plaga at siga, at tað tekur 10 dagar at fylla ein nýggjan handil við vørum, sigur Niels Mortensen fyri at lýsa, hvussu umfatandi arbeiði verður at seta handilin í stand aftur.
Greitt er, at eldurin kyknaði í fløskuautomatini. Orsøkin til eldin er ikki staðfest enn, men sum in.fo skilir tað, so verður arbeitt við teoriini um, at eldurin er ásettur.