Í fjør tók hon tað forvitnisliga stigið at lata upp eina kiosk í Gásadali, har møguleiki var at keypa sær kaffi og køkur.
- Eg veit, at tað er júst hetta sum ferðafólki leingist eftir, tá tey koma higar.
- Og tað vóru eisini nógv fólk sum høvdu hetta á orði. Tá tey sóu kaffimaskinuna, so jublaðu tey, sigur hon brosandi.
Sum støðan er í løtuni, fer Gunvør sjálv ikki at hava ein slíka kiosk í summar. Hon hevur so nógv annað at gera, men vónar kortini at onkur annar kann halda fram við henni.
- Eg haldi tað vera keðiligt hjá fólki, um einki var at fáa her, sigur Gunvør.
Kioskin stendur har, og er møguleiki at leiga hana, um áhugi er fyri tí.