Eingin kennist við svenskan ferðsyndara

Fyrr í vikuni bóru svenskir miðlar søguna um ein 17 ára gamlan drong, sum fekk 1500 krónur í bót fyri at hava koyrt 58 km/t gjøgnum býin. Nú er einki um søguna.

Spurningurin er nú, hvussu íspunna søgan er komin fram. Hetta veit eingin, - heldur ikki svenska tíðindastovan TT sum upprunaliga kom við søguni.

Eingi løgreglufólk í býnum, Tranås kennast við tilburðin, og eingin frágreiðing er heldur skrivað um at nakað slíkt fór fram.

- Vit eru farnir aftur í skipanina fyri allan mai mánað, men hava einki funnið um nakað ferðeftirlit í býnum, sigur Åke Linnér, sum er leiðari fyri lokala løgregluliðið.

Svensku miðlarnir biðja nú orsaka fyri at hava borið hesa søguna, sum eisini kom í danskar miðlar og helst aðrar við.