Eingin kemur Suna í hálvan skógv

Sum kommunalpolitikari hevur Sune Jacobsen í Sørvági øll árini havt rættiliga stóra undirtøku.

Eftir at hava verið burtur úr bygdaráðspolitikki í fleiri ár, valdi Sune Jacobsen fyri tólv árum síðan at stilla uppaftur til kommunuval í Sørvágs kommunu. 

 

Tað eru annars meira enn 40 ár síðan, at hann fyrstu ferð - og blaðungur - varð valdur í bygdaráðið í Sørvágs kommunu, men tá lívsleiðin nøkur ár seinni førdi hann inn í vinnulívið, valdi hann at gevast í kommunalpolitikki.

 

Seinni varð Sune Jacobsen eisini aktivur í landspolitikki, harav formaður í fíggjarnevnd løgtingsins nøkur av kreppuárunum tíðliga í nítiárnum, tá sparast skuldi allastaðni.

 

- Tá eg fyri 12 árum vendi aftur til kommunalpolitikk, var skúlin mítt høvuðshjartamál. Skúlin trongdi tá til eina hjálpandi hond.

 

Sune Jacobsen vísir á, at fyrsta stigið á leiðini var Gamli skúli. Næsta stigið var sjóvarhitin, og síðan dagføring av øllum teimum gomlu bygningunum og tannlæknastovuni.

 

- Tá tað síðsta, sum boðið verður út í samband við skúlan, er framt í verki, kunnu vit siga, at tað arbeiðið, sum byrjaði sum ein skipað dagføring yvir trý valskeið, er lokið.

 

Sum kommunal-og landspolitikkari og sum vinnulívsmaður hevur alt tað vaksna lívið hjá Suna Jacobsen snúð seg um at samstarva við fólk og hava við fólk at gera.

 

- Í løtuni er tað mítt fremsta mál at sleppa at verða við til at gera skúlan og Heimið á Sýnini liðugt - ja, eg vil siga, at tað hevði verið krúnan á verkinum, sum borgarstjórin tekur til.

 

Sum kommunalpolitikari hevur Sune Jacobsen øll árini havt rættiliga stóra undirtøku, og á kommunuvalinum seinast fekk hann ikki færri enn 133 atkvøður - og einki av hinum valevnunum er komið honum í hálvan skógv.

 

- Eg eri sera glaður og takksamur fyri tann dygga stuðul, eg havi fingið í okkara kommunu, og hetta hevur givið mær treysti at halda fram, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.