Í kvøld hevur Róðrarsamband Føroya sent róðrarfeløgunum kring landið skriv, har tað verður boðað frá, at avgerð er tikin um, at tað verður eingin kappróður í summar. Avgerðin er tikin, eftir at nevndin í RSF hevur tosað við feløgini kring landið.
Fyrsti kappróðurin skuldi vera á norðoyastevnu – leygardagin 6. juni.
Corona er orsøkin til, at tað ikki verður kappróður í summar.
Kappróðurin hevur altíð verið tað, sum savnaði nógv fólk á summarstevnunum. Serliga á ólavsøku plagar kappróðurin at savna nógv fólk, tá ið punktum verður sett fyri róðrarárið, og FM steyp og gullkrónur verða handað.
Nú er tað greitt, at tað verður eingin kappróður í summar og harvið heldur ikki á ólavsøku.
Avgerðin hjá Róðrarsambandinum er grundað á ráðgeving frá coronaráðgevingini.
Í skrivi til feløgini sigur RSF millum annað soleiðis:
– Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felagsútandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár.