Eingin kann liva bert av kava

Ber tað til at ein innilæstur svii kundi búgva í einum bili í samfullar tveir mánaðir og yvirliva við at eta kava?

Søgan um innilæsta svian fór sum rótasúpan kring allan heimin. Men kanska er hetta tann góða søgan, har veruleikin verður gloymdur orsakað av teirri bergtakandi søguni.

Ein av bjargingarmonnum hansara sáar nú iva um søguna. Hann sigur bart út, at bilurin ongantíð var huldur fullkomiliga í kava, sum tað annars ljóðaði.

- Nei, hann var ikki innikavaður. Í øllum førum ikki høgrumegin, sigur bjargingarmaðurin.

Hann vísir á, at um ein hyggur eftir aftaru hurðini vinstrumegin, lá kavin tættur har, meðan hinumegin var talan um leysan kava.

- So eg ímyndi mær bara, at tað er hagani at maðurin kundi sleppa út. Tað var ikki eins nógvur kavi har, sum tað var hinumegin. Henda hurðin hevði verið opin fleiri ferðir, sigur hann.

Frágreiðing hansara er munandi øðrvísi enn teirri hjá hinum bjargingarfólkunum. Og nú er so spurningurin hvørjari versjón av søguni er tann rætta.

Í fyrstu syftu var tað tann innilæsti sviin sum sjálvur segði frá søgu síni, men síðani fór kavabólturin av álvara á rull, um ein kann siga tað so.

Aðrir vilja hinvegin vera við, at hann hevði einki etið síðani 19. desember, við undantak av eitt sindur av kava. Hann tosaði eitt sindur, men var ógvuliga illa fyri.

Hvør søgan er sonn, fer tíðin at vísa. Men kanska kemur sannleikin ongatíð fram.