Eingin ákæra móti Josef Motzfeldt

Tað verður eingin ákæra reist móti grønlendska tingformanninum Josef Motzfeldt, fyri at hava havt hassj. Politimeistarin hevur avgjørt, ikki at ákæra formannin fyri at hava brotið lógina um sterk rúsandi evnir, sigur næstformaðurin í Landstinginum, Olga P. Berthelsen.

Josef Motzfeldt er tí farin aftur til arbeiðis.

Tað var ein maður, ið arbeiddi hjá eini flutningsfyritøku, sum meldaði Josef Motzfeldt, eftir at hann hevði funnið 0,15 gram av hassj, í samband við flyting. Men løgreglan metir, samb. Olgu P. Berthelsen, at tað ikki er grundarlag fyri at ákæra Josef Motzfeldt, skrivar KNR.