Eingin ivi í Vági

Kyndil tykist fullkomuliga uppsteðgað. Leygardagin fingu tær rættan bank í Vági

Sunset-kappingin

Har var einki sum helst ivamál, tá VB leygardagin tók ímóti Kyndli. Kyndil hevur annars verið stóra positiva yvirraskilsið í ár, men seinastu umførini tykjast tær vera púrasta uppsteðgaðar.
Munurin var sjónligur alt fyri eitt leygardagin. VB koyrdi á við fullari ferð, og hóast Kyndil royndi at standa ímóti, so bar einki til. Dysturin var mest sum avgjørdur, longu tá farið varð til hálvleiks, og heldur ikki eftir steðgin var nakar ivi. VB var so ruddiliga omaná, og bara fýra mál til Kyndil seinastu 30 minuttirnar siga væl eisini sítt um munin.

Fakta um dystin
VB-Kyndil 32-11 (15-7)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 10(1), Rannvá Augustinussen 5, Margreth Augustinussen 4, Svava Vestergaard 4, Christina Holm 3, Miriam Michelsen 3, Laila Jespersen 2, Sása Samuelsen 1
Kyndil: Jórun S. Ludvík 2(1), Súsanna Petersen 2, Ronja Mikkelsen 2, Lina Andriulyte 2, Linda Weihe 1, Anja Heinadóttir 1, Randi S. Wardum
Brotskøst: VB 2, Kyndil 1
Útvísingar: VB 1, Kyndil 1
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason