Veljarakanningin, sum Miðlahúsið kunngjørdi í gjár, gevur Sambandsflokkinum góðar vónir um at vinna annan fólkatingssessin, og um so er, er sannlíkt, at Edmund Joensen verður aftur at síggja á fólkatingi komandi valskeið.
- Sambandflokkurin fer niður at halda áfram á tí samstarvsleið, vit hava víst seinastu fýra árini, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur.
Á tíðindafundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun, varð víst á fleiri avrik hjá umboðið floksins á fólkatingi hetta valskeiðið, men sjálvur er hann ikki í iva um, hvat er tað størsta teirra.
- At avtaka marknaðarforðingarnar í ríkisfelagsskapinum, hevur uttan iva verið fremsta avrikið farna valskeið, sigur Edmund Joensen. Hann greiðir frá, at tað eru støður, har tað er sera torført, bæði hjá einstaklingum og virkjum, at flyta millum londini í ríkisfelagsskapinum, men at tað eydnaðist honum at samla politiska undirtøku fyri eini fólkatingssamtykt, um at avtaka allar hesar marknaðarforðingar.
- Nú verður arbeitt við eini loysn, har føroyingar kunnu nýta danskar stovnar í Føroyum, so sum ríkisumboðið ella løgregluna, sum basu og tí fáa eitt danskt cpr-nummar, greiðir Edmund Joensen frá. Hetta fer at gera tað lagaligari hjá føroyingum at flyta millum annað pensjónir við sær, tá teir flyta millum londini.
- Tað er eisini hendan avgerðin, sum slóðaði fyri, at føroyingar nú kunnu leita sær eftir starvið í Føroyum, meðan teir fáa arbeiðsloysisstuðul úr Danmark, greiðir Edmund Joensen frá. Eitt annað ítøkiligt dømi um hesar marknaðarforðingar er, at føroyingar hava ikki loyvi at eiga bil í Danmark, uttan so at teir hava eitt danskt cpr-numar.
- Hendan fólkatingssamtyktin ger tað munandi lættari hjá føroyingum, bæði einstaklingum og virkjum, at flyta til Danmarkar ella at flyta aftur til Føroya. Avbjóðingin nú, er at fáa galdandi lóggávu og siðvenju at endurspegla hesa samtyktina, og tað er eitt arbeiðið, sum enn er í gongd, greiðir Edmund Joensen frá.










