Tað er eingin ivi um, at eldur var ásettur. Tað sigur Michael Gram, brunaserfrøðingur hjá løgregluni. Fríggjamorgunin kom eldur í eina garasju í Vági og í tí sambandi boðaði eigarin løgregluni frá, at hann hevði illgruna um, at eldurin var ásettur.
Bilar, sum stóðu uttan fyri høvdu eisini verið fyri herverki og okkurt jólapynt, sum eisini lá uttan fyri, varð stolið. Av tí sama fóru løgreglumenn við servitan í brunaviðurskiftum, til Vágs at kanna umstøðurmar. Og afturkomin, sigur ein av teimum, Michael Gram, at tað er eingin ivi um, at eldurin var ásettur.
– Tað er eingin annar møguleiki, sigur hann. Hann vísir á, at oftast eru tveir mátar, at ein eldur kann kykna upp á. Antin kyknar hann av sær sjálvum, men tað er ómetaliga sjáldan at tað hendur. Ein onnur orsøk kann vera ein feilur í elektrisitetinum, men hesi báðir møguleikarnir eru ikki til staðar í hesum føri, sigur hann.
Triði møguleikin er, at eldurin ásettur, antin av ósketni, ella við vilja. Og í hesum føri eru umstøðurnar soleiðis, at tað er bara ein møguleiki, og tað er, at eldurin er ásettur. Og umstøðurnar siga okkum eisini so mikið sum, at vit eru sannførd um, at eldurin er ásettur við vilja. Men akkurát, hvussu eldurin er ásettur, duga tey ikki at siga. Hann sigur, at skaðin er lutfalsliga avmarkaður, kanska skulu onkrar takplátur skiftast, umframt garasjuhurðin og kanska okkurt annað.
Tá ið eldur verður settur á, eru tað mál, løgreglan tekur í størsta álvara og tí verður málið kanna víðari. Beint eftir hendingina vórðu tvey fólk tikin, tí illgruni var um um, at tað vóru tey, sum høvdi sett eld á, men tey vórði latin leys aftur. Men Michael Gram sigur, at løgreglan hevur ymsar ábendingar at ganga eftir.
Hann sigur annars, at tað ómetaliga sjáldan, at eldur verður ásettur í Føryoyum. Tað hendir seg meiri enn so, at børn spæla við eld og koma til at festa í eitthvørt. Men at eldur verður settur í av óndsinni, er ótruliga sjáldan, tí tað er ikki meiri enn tað kemur fyri, sigur hann.
Hann sigur, at í hinum norðurlendunum er støðan heilt øðrvísi. Har verður mett, at í heili 33 førum, har eldur er í, er hann ásettur. Í umleið 15 prosentum av øllum eldsbrunum, verður orsøkin aldrin uppklárað, men tað er eisini væntandi, at nógvir av teimum eldunum eru ásettur. Sosatt er tað næstan í øðrum hvørjum eldsbruna í hinum Norðurlondunum, at eldurin er ásettur, sigur Michael Gram.