ÍF hevur í dag á heimavølli vunnið 5-0 á NSÍ. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Fyrsta málið varð skorað í 26. minutti, og inntil tá hevði NSÍ verið væl við. Gestirnir vóru ikki samdir við linjuverjan, tá ið hann kolldømdi málið, sum teir skoraðu, áðrenn ÍF setti hol á.
Jan Ellingsgaard skoraði fyrsta málið, sum NSÍ málverjin átti sín stóra lut í, tá ið hann eftir innlegg misti bóltin í málið. Stutt undan steðginum økti Atli Petersen um munin til 2-0 við skoti úr brotsteiginum.
Støðan var 2-0, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá skoraði innskifti Tórður Lervig. Fýra minuttir seinni økti Nenad Saric um munin til 4-0, og í síðsta minutti staðfesti Frank Poulsen trivaliga heimasigurin, sum ber við sær, at ÍF framvegis situr á næstfremsta plássinum og harvið hevur kós ímóti bestu deildini.