Eingin ivi: gassolja væl bíligari í Føroyum

Sum helst einasta vøra av týdningi í landinum er gassolja til sethús og virkir bíligari í Føroyum enn í Danmark, eisini tá reinsað verður fyri skattir og avgjøld

Hendrik Egholm, stjóri á Magn
----

Sosialurin skrivar hósdagin 29. apríl um eina sera áhugaverda kanning hjá Hera á Rógvi, búskaparfrøðingi, um prísmun millum Føroyar og Danmark.

Neyðug kanning
Slíkar kanningar koma væl við hjá okkum í Føroyum. Tær áttu at verið gjørdar javnan, so vit kunnu fylgja gongdini. Vónandi kunnu brúkarar, handlandi og politikarar gera sær nakrar hóskandi tankar út frá kanning sum hesari.
Kanningin staðfestir, at stórt sæð allar vørur í Føroyum eru væl dýrari í Føroyum enn í Danmark.
Tíbetur staðfestir Heri á Rógvi sambært Sosialinum eisini, at brennievni er væl bíligari í Føroyum enn í Danmark.

Ógrundaður ivi í kanningini
Kortini undrar tað, at Heri á Rógvi á síðu 16 í Sosialinum skoytir hetta uppí:
»Í Føroyum eru avgjøldini nógv lægri enn í Danmark. Verða prísirnir ruddaðir fyri avgjøld, er tað ógvuliga ivasamt um prísurin á brennievni (gassolja til hús/virkir, diesel og bensin til bilar, HE) tá hevði verið bíligari í Føroyum enn í Danmark«.
Henda iva skulu Heri á Rógvi og allir aðrir føroyingar ikki sleppa at sita leingi við.

Gassolja er bíligari í Føroyum
Eg havi áður víst á, at gassolja – hon fer til sethús og virkir – er væl bíligari í Føroyum enn í Danmark. Tað er eisini myndin, tá skattir og avgjøld eru tikin frá. Hetta skal eg fegin endurtaka.
Talvan niðanfyri vísir prísmunin á gassolju, diesel og bensin í Føroyum mótvegis Danmark í prosentum, hetta tá tølini eru reinsað fyri skattir og avgjøld.

1. mai 2010 Miðal 2009
Bíligari gassolja -10,30% -8,30%
Dýrari diesel 2,80% 6,90%
Dýrari bensin 8,60% 12,80%

Vit síggja, at hóast skattir og avgjøld eru reinsaði úr, liggur gassoljan væl undir danskar prísir. Diesel er eitt lítið vet dýrari, meðan bensinið er dýrari.
Um Heri á Rógvi ella onnur vilja vita meira, eru fólk vælkomin at skriva á hendrik@magn.fo ella ringja á 237410.
Vit 140 starvsfólk á Magn kunnu so einans vóna, at tølini verða brúkt. Vit eru sjálvandi errin av, at vit, sum ein av teimum heilt fáu fyritøkum í landinum, klára at selja okkara høvuðsvøru gassoljuna bíligari enn í Danmark - eisini tá reinsað verður fyri skattir og avgjøld. Serliga nú kanningin hjá Hera á Rógvi staðfestir, at samstundis sum vit klára hettar, so eru prísirnir á diesel og bensin ikki nær námind so langt yvir danskar prísir, sum fleiri av hinum vørunum, Heri á Rógvi viðger, vísa seg at vera.

Kappingarráðið kannar
At enda kann eg leggja afturat, at Kappingarráðið í løtuni kannar oljuprísirnar í Føroyum. Tíverri er kanningin nógv seinkað, helst vegna ov fáar ressourcir á Kappingarráðnum. Vit síggja fram til niðurstøðuna av kanningini.
Kanningin hjá Hera á Rógvi staðfestir í hvussu so er, at sammett við Danmark liggja oljuprísirnir í Føroyum í tí absolutt sobra endanum sammett við aðrar prísir her í landinum.
Týdningarmesta vøran, ið eisini er høvuðssøluvøran hjá Magn, liggur sum sagt undir donskum prísum! So er tað staðfest.