Marita Matras,
Klaksvík
Eg skrivaði herfyri eitt stutt lesarabræv um, at Klaksvíkar kommuna átti at skipa soleiðis fyri, at klaksvíkingar fingu felags fylgisveinasjónvarp, ístaðinfyri at fólk í hvør sínum lagi seta parabolir upp.
Eg fekk ikki nógvan respons uppá hetta brævið. Onkur býráðslimur hevur smílt til mín, og hevði tað verið val, høvdu teir ivaleyst eisini komið at práta.
Eg kundi hugsað mær, at býráðið tók hetta málið upp, tí tað hevði verið ein stór tænasta til borgarar í Klaksvík, at teir sluppu at velja ímillum fleiri rásir, uttan at seta eina óprýðiligar parabol upp, soleiðis sum so nógv hava gjørt.
Tað hevði eisini verið ein tænasta, sum hevði givið borgarunum kensluna av, at teir veruliga fáa nakað fyri skattapeningin.
Eg gjaldi 1500 krónur um árið til Sjónvarp Føroya, men eg gleði meg til at kunna skifta millum fleiri rásir.










