Eingin hoyrir teirra neyðarróp

Ein triðingur av fólkinum í vesturafrikanska landinum Niger hevur ov lítið til matna. ST hevur biðið onnur lond hjálpa teimum, men eingin lurtar.

Neyð

Miseydnað grøði og áhaldandi álop frá grashoppum hava gjørt, at umleið 3,5 milliónir fólk í vesturafrikanska landinum Niger svølta. Hjálparfelagsskapir siga, at 40 prosent av allari grøði er farin fyri skeyti, og teir vænta, at fleiri hundraðtúsund fólk fara at doyggja í hungri, fáa tey ikki hjálp sum skjótast.
-Tað er einki minni enn ein vanlukka, at altjóða samfelagið ikki ger nakað fyri at hjálpa hesum partinum av Afrika, sigur Jan Egeland, sum er varaðalskrivari í ST. .
-Fyri einum mánað síðani bað ST um 100 milliónir krónur til at hjálpa teimum svøltandi í Niger við, men enn hava vit bara fingið 20 milliónir, og tað er ein vónbrot, sigur Jan Egeland við Aftenposten.
Børn doyggja
Viðurskiftini í Niger eru sera trupul, og landið er næstan altíð í neyð. Tað turra veðurlagið egnar seg sera illa til landbúnað. Tann einasta týðandi útflutningsvøran, sum landið hevur, er uran, men prísurin á urani er fallin tey seinastu árini. Á einum altjóða yvirliti yvir livikorini í heimsins londum er Niger nummar 173 og næstniðast. Bara í Sierra Leone eru livikorini verri enn í Niger.
Í næstu viku hittast leiðararnir í heimsins ríkastu londum á Gleneagles-hotellinum í Skotlandi at umrøða ymsar spueningar, og ímillum evnini er fátækradømið í Afrika. Og har er nóg mikið at tosa um. Bara í Niger fáa 350.000 børn ov lítið at eta ella ov vánaligan mat, og í høvuðsstaðarumráðnum doyggja fleiri børn um dagin.
-Børn doyggja í hungri, men trupulleikin er, at eingin leggur nakað í tað, sigur Johanne Sekkenes, sum stendur á odda fyri arbeiðinum hjá felagsskapinum Læknar uttan Landamark í Niger.