Eingin hjálp longur til stamarar

Stamarar hava í áravís leitað sær hjálp á Sernámsdeplinum, men nú er undirvísingin niðurløgd. Stamarar finna saman í Høgættarfelagnum og har fara tey at taka henda spurning upp á almennum fundi altjóða stamidagin

 

Í mong ár hava fólk við stamitrupulleikum leitað sær serkøna hjálp á Sernámsdeplinum. Men hetta ber ikki til longur. Eingin hjálp er at heinta longur. Orsøkin er einføld. Stamiundirvísingin á Sernámsdeplinum er nevniliga niðurløgd.

Hetta metir Høgættarfelagið vera eina sera óhepna støðu hjá stamarum at koma í. Fleiri foreldur at stamarum er ørkymlað og hava vent sær til felagið.


Altjóða stamidagur

Felagið ætlar at umrøða spurningin. Tann 22. oktober er altjóða stamidagur. Tiltøk verða sett í verk í øðrum londum og eisini felagið hjá stamarum í Føroyum, Høgættarfelagið, ætlar at seta dám á dagin.

Limir, og onnur áhugað, eru vælkomin til hugnakvøld í MBF húsinum mánakvøldið 22. oktober klokkan 19:30. Har ætlar Høgættarfelagið millum annað, at málið um niðurløgdu undirvísingina skal koma til umrøðu.