Eingin hjálp er at fáa

- Vit mugu hjálpa ungum rúsevnismisnýtarum, so tey ikki byrja lívið sum vaksin við eini revsiváttan, sigur Martin Kúrberg, sum hevur drúgvar royndir á økinum.

Martin Kúrberg hevur drúgvar royndir innan viðgerð av rúsevnistrupulleikar og kennir væl til umhvørvi. Hann kennir eisini væl til trupulleikan við at ung undir 18 ára aldur eru rúsevnismisnýtarar og í summum førum eisini selja.

- Serliga er talan um syntetisku stoffini í hasum aldursbólkinum. Tíverri er støðan tann, at myndugleikarnir megna ikki at steðga tí, sum kemur inn í landið. Tí eru nógv rúsevni í umferð og alsamt fleiri, ið royna tey, sigur hann.

 

Einki tilboð er til ung undir 18, ið eru rúsevnismisnýtarar. Sosialu myndugleikarnir í samráð við heimið og løgregluna taka sær av slíkum ungum, men hann heldur ikki, at Barnaheimið er ein nøktandi loysn.

- Støðan, sum hon er nú, er ein skomm. Sum nú er sita ungu rúsevnismisnýtararnir nærmast bara og bíða eftir at flyta niðan í Mjørkadal, tá teir fylla 18. Tað er ov langt úti, at vit einki tilboð hava at bjóða teimum, sigur Martin Kúrberg bersøgin.

 

Sjálvur arbeiðir hann við at fáa gongd í eitt viðgerðartilboð á Eiði fyri ung 18 til 24 ára gomul, umframt eina ráðgeving, so foreldur og onnur avvarðandi kunnu leita sær ráðgeving.

 

Martin Kúrberg heldur tað vera ómetaliga ringt at skula geva eini mammu ráð, sum ringir um hjálp til sín 16 ára gamla son.

- Eg haldi tað er týdningarmikið at náa inn til tey ungu, áðrenn tað er ov seint. So skjótt ein mamma merkir, at atburðurin hjá barninum broytist, má hon seta seg niður og tosa við børnini. Tíverri er tað ofta ov lítið, bara at tosa, sigur hann.

 

- Vit mugu hjálpa hesum ungu, so at tey ikki byrjað sítt lív sum vaksin við eini revsiváttan. So eru tey beinanvegin komin skeivt í gongd, sigur hann.

 

Hann heldur eisini, at tað er týdningarmikið at finna inn til trupulleikan handan rúsevnismisnýtsluna.

- Ein 16 ára gamal, ið nýtir rúsevni, hevur tað ikki gott. Rúsevnini verða nýtt fyri at viga upp fyri okkurt annað, okkurt, sum manglar. Tí haldi eg tað vera týdningarmikið, at eitt viðgerðartilboð leggur upp til at fáa fólkini undir tak og so byggja tey upp aftur. Koma inn til kjarnina á trupulleikanum og gera nakað við hann eisini, sigur Martin Kúrberg.

 

Martin Kúrberg tekur lut á pallborðsfundinum um ung og rúsevni, sum verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.