Eingin hitamiðstøð í Hoyvík

– Persónliga hevði eg als ikki viljað búð beint upp at eini slíkari hitamiðstøð, sigur Bogi Andreasen, sum nú vil hava umstríddu hitamiðstøðina flutta burtur úr Klingruni í Hoyvík

 

– Persónliga hevði eg als ikki viljað búð beint upp at eini slíkari hitamiðstøð, sigur Bogi Andreasen, sum nú vil hava umstríddu hitamiðstøðina flutta burtur úr Klingruni í Hoyvík.

 

Bogi Andreasen er býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, sum eigur helvtina av Fjarhitafelagnum, og hann er eisini næstformaður í SEV, sum eigur hina helvtina av Fjarhitafelagnum.

 

– Eg haldi tað vera grundleggjandi skeivt at ein hitamiðstøð verður bygt í Klingruni í Hoyvík. Ein slík hitamiðstøð eigur ikki at liggja inni í býnum, men skal flytast út úr býnum, sigur Bogi Andreasen.


Les eisini: Tróndur Sigurðsson ímóti hitamiðstøð

 

Tórshavnar Kommuna hevur givið byggiloyvi til hitamiðstøðina, og ikki færri enn tvær ferðir hevur Umhvørvisstovan givið sína umhvørvisgóðkenning. Seinnu ferðina við munandi herdum treytum. Tann støðan ávirkar ikki býráðslimin.

 

– Vit mugu lurta eftir borgarunum og teimum nógvu mótmælunum móti hesari ætlanini, sigur Bogi Andreasen.

 

Hann ásannar í sama viðfangi, at ein avgerð um at flyta hitamiðstøðina kann hava stórar, eyka útreiðslur við sær fyri Fjarhitafelagið.

 

– Jú, tað fer óivað at kosta nógv at flyta hitamiðstøðina burtur úr økinum, har hon eftir verandi ætlan skal byggjast. Nú mugu vit finna út av, hvussu tað kann loysast, sigur Bogi Andreasen.

 

Sambært Boga Andreasen verður fundur um málið fyrrapartin í dag.

 

Hoyr samrøðu við Boga Andreasen við at trýsta á pílin undir myndini.


Les eisini: Eigarafeløg mótmæla: Ein spurningur um sunna fornuft (samrøða við Lis Mortensen og Niclas Johannesen)