Andaligi leiðarin í bólkinum MC Hár róði tíðliga í kappingini fram undir, at ársins finalan í Prix Føroyum fór at vera ein finala við seks havnabólkum.
Hetta gjørdist tó ikki veruleiki.
Fýra av bólkunum í finaluni eru úr høvuðsstaðnum, teir eru MC Hár, Makrel, Déja Vú og Hatespeech. Hinir báðir finalubólkarnir, Braquet og Gestir, eru úr Eysturoynni.
Finalan í Prix Føroyum verður leygarkvøldið 26. apríl, og tá skal so endaligi vinnarin finast.










