Hondbóltur
Dysturin varð spældur tíðliga seinnapartin í gjár, og fyrstu løtuna gekk sera javnt á í tempo-fyltu uppgerðini.
Undan steðginum dróg Russland frá, og hóast Danmark fleiri ferðir minkaði munin niður í tvey mál, so megnaðu tær ikki av álvara at skala russisku kvinnurnar, sum alla tíðina hildu høvdið kalt og koyrdu sigurin heim.
Tað byrjaði annars so væl hjá Danmark, sum vann fyrra bólkaspælið. Í millumspælinum taptu tær móti Svøríki og Angola, og serliga seinna tapið av hesum kom illa við. Tí gjørdist dysturin móti russum púrasta avgerandi, og her eydnaðist altso ikki Danmark at vinna.