Eingin Gerrard ímóti Týsklandi

Miðvallarspælarin Steven Gerrard verður ikki við á enska landsliðnum, sum mikukvøldið spælir venjingardyst ímóti Týsklandi. Gerrard fekk skaða í dystinum hjá Liverpool ímóti Bolton leygardagin, og hann hevur givið avboð til landsliðið. Roknað verður við, at Steven Gerrard má binda frið í einar 10 dagar, áðrenn hann kann spæla aftur.