Serfrøðingar staðfestu í morgun, at eingin leki hevur verið á gasskipanini á matstovuni Hvonn Tá ið matstovan Hvonn í gjár ringdi til sløkkiliðið, tí tey merktu ein fremmandan lukt í einum parti av húsunum, varð beinanvegin avgjørt at kanna gasskipanina.
Sveisingahandilin fekk serfrøðingar at hyggja at skipanini, og teir hava staðfest, at einki var galið við gassinum.
Onkur onnur orsøk var til luktin, sum ikki hevur merkst í dag. Lukturin kann vera komin frá kloakkskipanini í Vágsbotni.