Í bygdaráðnum í Vestmanna sita sjey limir. Men sum skilst hava bert tríggir teirra verið inni á støðini. Hetta var í tí tíðini, meðan teir arbeiddu uppá hana og alt stóð í hálvum gekki.
- Hinir fýra hava ongatíð víst seg herinni. So eg veit ikki, um teir í heila taki vita, hvat tað er sum teir hava selt.
- Kommunan hevur sett eina brunanevnd fyri tveimum árum síðani, men har hava teir so ikki sent nakað mál. Ja, har hevur eingin fundur verið í samfull tvey ár, staðfestir Símin Simonsen.
Deprimeraður
Fyri Símin hevur starvið ella rættari: hansara fyrrverandi starv sum sløkkiliðsmaður verið sera spennandi.
- Tað var spennandi at vera sløkkiliðsmaður, men tað var ikki minni spennandi at vera brandmeistari. Eg havi roynt at gera tað so áhugavert sum gjørligt hjá hinum monnunum við til dømis venjingum og skeiðum.
- Eg má bara siga sum er, at teir seinastu dagarnir hava verið sera deprimerandi. Hvør føroyingur vildi yvirhøvur trúð, at eitt bygdaráð kundi funnið uppá at selt ein slíkan bygning og uppá ein slíkan máta?, spyr Símin líkasum út í luftina.
Svar fær hann einki beinanvegin. Teir fyrstu sløkkiliðsmenninir eru komnir til fundin. Teir kenna bert ein part av skránni fyri henda fundin.
Enn vita teir ikki, at brandmeistarin seinastu 10 árini hevur ætlanir um at leggja frá sær. Hann góðtekur í øllum førum ikki at kommunan selur tað verkið, sum hann saman við hinum hevur lagt so nógva orku í og bygt upp.
Spurningurin er um hinir 30 gera tað sama!










