Eingin fundur enn

Danska-grønlendska sjálvsstýrisnevndin fer ikki at halda fund aftur fyrr enn seinast í januar ella kanska ikki fyrr enn fyrst í februar. Tað bleiv avgjørt á fundi millum teir báðar tingformenninar, Jonathan Motzfeldt og Thor Pedersen, í Keypmannahavn týsdagin. Teir báðir eru ávikavist formaður og næstformaður í sjálvsstýrisnevndini. Enn er ikki avgjørt, hvør skal umboða Fólkatingið í nevndini, tí einstakir limir eru ikki í tinginum longur.