Eingin fundur

Ætlanin var, at umboð fyri Spania og Marokko skuldu hittast í gjár at tosa um ósemjuna millum londini um ta lítlu oynna Perejil ella Leila, sum liggur tætt inni undir marokkansku strondini.

Men fundurin varð av ongum, tí sunnukvøldið boðaði marokkanski uttanríkisráðharrin, Mohamed Benaissa, frá, at hann hevði avlýst ta ætlaðu ferðina til Madrid, og at hann tí ikki fór at hitta spanska uttanríkisráðharran, Ana Palacio.
Almenna marokkanska grundgevingin er, at ein sponsk tyrla setti seg á teirri umstríddu oynni sunnudagin. Í avlýsingini hjá uttanríkisráðharranum stóð, at Spania hevði enn einaferð gjørt seg inn á marokkanskt loftrúm og land.