Frigg Festivalurin er farin á heysin, og tí verður eingin festivalur í ár. Tað váttar stjórin í felagnum, Hans Petur í Brekkunum fyri in.fo
- Sum nú er, er tað sera óvist, um tað verður aftur, sum er spell, tí vit halda heilt víst, at tiltakið hevur verið gott, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Skipað hevur verið fyri Frigg festivalinum í tvey ár, 2014 og 2015.
- Festivarlarnir hava eydnast heilt væl, og fólk hava tikið væl ímóti teimum. Hugkostið er gott, men tíverri gloyptu vit um ov nógv fyrra árið, og tað vóru útreiðslurnar frá 2014, ið enn tyngdu felagið so nógv, at tað fór á húsagang, sigur Hans Petur í Brekkunum.
- Serliga var tað høvuðsnavnið frá 2014 (Medina, blaðm.), sum gjørdist ov dýr. Hetta er tó tann einasti, ið enn ikki hevur fingið alt tað, sum felagið skyldaði, sigur hann og viðmerkir, at fyriskipararnir sjálvir hava átikið sær skuld, fyri at megna at rinda hvørjum sítt.
Sum støðan er nú, eru ongar ítøkiligar ætlanir um at skipa fyri einum nýggjum festivali í framtíðini heldur.
- Í løtuni er ikki orka til tess, og um nakað skal gerast, so mugu vit tryggja okkum góðar sponsorar. Tað er ein stórur váði í at skipa fyri slíkum tiltøkum, og tað kostar nógv. Fyrra árið vardi festivalurin í tveir dagar, meðan vit í 2015 skóru hann niður í ein dag. Tað haldi eg riggaði sera væl og festivalurin í 2015 gav eisini yvirskot. Eg ivist tí ikki í, at tað ber til at fáa ein slíkan festival at bera seg, sigur Hans Petur í Brekkunum.