Eingin friðardúgva

Við at fáa sær Condoleezzu Rice til uttanríkisráðharra hevur George W. Bush, forseti, gjørt greitt, at tann ágangandi utanríkispolitikkurin fer at halda fram

- Hon hugsar og tosar sum Bush.

Tað er myndin av Condoleezzu Rice, sum nú er tilnevnd amerikanskur uttanríkisráðharri. Ikki síðani Richard Nixon var forseti og Henry Kissinger uttanríkisráðharri hevur so tætt samband verið ímillum forsetan og uttanríkisráðharran. Rice og Bush arbeiða saman, biðja saman og hugna sær framman fyri sjónvarpinum um kvøldarnar. Er Bush í Camp David, er Rice eisini har, og fer Bush til Texas, fer Rice við.

Sum uttanríkisráðharri hevur Colin Powell verið talsmaður fyri, at USA skal samstarva við onnur lond um at loysa heimsins trupulleikar. Soleiðis hugsar Condolleeza Rice ikki. Hon hevur alla tíðina tikið undir við Bush um at breiða demokratiið út til allar partar av heiminum, og at USA eigur at gera tað, sama um onnur lond taka undir við tí ella ei.

Kortini hevur hon av og á verið í parti við Powell. Eitt nú tók hon undir við avgerðini hjá Powell at lata Bretland, Frakland og Týskland loysa kreppuna við Iran, og hon tók eisini undir við honum, tá hann skjeyt upp, at grannalondini hjá Norðurkorea áttu at koma upp í samráðingarnar um ta norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina.


Nógvar uppgávur

Amerikanskir fjølmiðlar spyrja nú, um Condoleezza Rice verður før fyri at temja teir báðar heykarnar í stjórnini, Dick Cheney, varaforseta og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra, tá teir av álvara spenna seg út. Higartil hevur hon kunnað styðjað seg til Powell i slíkum løtum, men tá hon tekur við, er hann ikki har longur, skriva amerikonsku bløðini.

Tey seinastu fýra árini hevur Condoleezza Rice verið trygdarráðgevi hjá Bush. Hetta starvið hevur gjørt, at hon hevur verið aftan fyri tjaldið tað mesta av tíðini, men sum uttanríkisráðharri skal hon fram á pallin. Og hon fær nóg mikið at takast við. Irak er framvegis ein kreppa, og Miðeystur er ein onnur. USA vil hava fleiri lond at hjálpa sær í Irak, men sum er gongur tað tann øvugta vegin, tí eitt fyri og annað eftir hava lond boðað frá, at tey fara at taka sínar hermenn úr Irak. Hesari gongdini skal Rice royna at venda.

Góðtekur Senatið hana sum uttanríkisráðharra, verður Condoleezza Rice tann fyrsta svarta kvinnan, sum umsitur amerikanska uttanríkispolitikkin og onnur kvinnan í hesum embætinum. Tann fyrra var Madelaine Albright, sum var uttanríkisráðharri hjá Bill Clinton.