Eingin føroyskur EM-dystur í vár

Fótbóltur: UEFA vil ikki gera nakað undantak

Tað verður torført hjá FSF at fáa kabalina at ganga upp, soleiðis at dystirnir í komandi EM undankapping verða avgreiddir, tá tað hevur víst seg at vera best at spæla ? bæði hjá landsliðnum og áskoðarunum.

Lutakastið um hvussu bólkarnir skulu verða mannaðir verður í Gent í Belgia 18. januar í 1998, men UEFA hevur longu gjørt av, nær dystirnir skulu avgreiðast.

Og tað er greitt, at tað fer ikki at bera til at spæla áðrenn summarfrítíðina í 1998 og HM endaspælið, sum verður í Fraklandi í juni og juli. Áður hevur tað eydnast FSF at fáa heimadystir í juni, áðrenn endaspælið í HM ella EM, og tað hevur eftir øllum at døma komið væl við hjá áskoðarunum, men nú ber hetta altso ikki til.


Stutt ímillum útidystirnar

EM undankappingin verður frá á heysti í 1998 og til á heysti í 1999.

UEFA hevur sett tíggju leikdagar av, og tað merkir, at um Føroyar koma í ein bólk, sum verður mannaður við seks londum, so skulu allir dagarnir brúkast. Um Føroyar koma í ein bólk, sum verður mannaður við fimm londum, so fer at bera til at velja tveir dagar frá.

Tá lutakastið hevur verið, fara umboð fyri FSF at fundast við umboð fyri mótstøðulondini um, nær dystirnir skulu avgreiðast, men longu nú er tað greitt, at ofta verður spælt leygardag ella sunnudag, og tað hóvar føroyingum væl. Tað er eisini greitt, at tríggir teir fyrstu dystinir verða á heysti í 1998. Fyrsti leikdagur er settur at vera 5. og 6. septembur í 1998. Næsti leikdagur verður 10. og 11. oktobur, og triðji leikdagur verður 13. og 14. oktobur.

Einki er at ivast í, at FSF fer at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at leggja tveir útidystir við stutta millumbilinum í oktobur.


Tíðliga í 1999

Hjá FSF og føroyskum fótbólti kemur tað sera illa við, at UEFA hevur ásett, at fyrstu dystirnir í 1999 skulu spælast longu 27. ella 28. masrs og 30. og 31. mars. Tá eru føroyingar ikki komnir so langt í fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið, at teir eru nóg væl fyri at spæla týdningarmiklar landsdystir, og tað fer undir ongum umstøðum at bera til at spæla á heimavølli so tíðliga á árinum.

Næstu leikdagarnir eru ásettir at verða 5. ella 6. juni og 9. juni í 1999, og hesar ásetingarnar hjá UEFA lukta av tveimum heimadystum á Svangaskarði.

Síðstu dagarnir eru 4. ella 5. septembur, 7. ella 8. septembur og 9. ella 10. septembur í 1999.