Kappast var í 400 metrar frí og ikki færri enn fýra føroyingar taldust millum teir 62 svimjararnar, sum dystaðust.
Pál Joensen var føroyingurin, sum kom fyrstur á mál við tíðini 3:45.74. Pál gjørdist nummar 21 tilsamans. Hinir tríggir føroyingarnir komu síðstir á mál. Óli Mortensen við tíðini 3:58.85, Alvi Hjelm við tíðini 4:00.18 og Eyðbjørn Joensen við tíðini 4:01.86.
Fyrstur á mál var italiumaðurin Andrea Mitchell D'Arrigo við tíðini 3:42.34. Tað eydnðaist dananum Mads Glæsner, sum Pál mangan hevur dystast við at svimja seg í finaluna. Hann hevði tíðina 3:43.76.










