Atlantsflog boðar frá, at føroyska loftrúmið er stongt fyrrapartin í morgin. Orsøkin er, at øskustreymur aftur rekur inn yvir oyggjarnar. Danskir myndugleikar boða í kvøld frá, at øskustreymurin aftur rekur inn yvir oyggjarnar, og at føroyska loftrúmið tí er stongt frá kl. 07 í morgin.
Sostatt verður ongin flúgving í morgin fyrrapart.
Nærri boð koma í morgin kl. 12
Nærri boð um RC451 úr Keypmannahavn og nær møguligt kekk inn til flogfarið opnar koma tó kl. 09.









