Tórshavnar kommuna lýsti í kunngerð í kvøld, at økið undir Bryggjubakka - frá Vágsbotni og úteftir - er stongt fyri allari ferðslu fram til á midnátt leygarkvøldið Altjóða fiskivunnustevnan, North Atlantic Fish Fair (NAFF), sum Sp/f Atlantic Fair skipar fyri komandi dagarnar, verður sett á Hjalla í morgin klokkan 10.
Tað verður løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum setir stevnuna, men áðrenn NAFF alment verður sett, fer samskiparin, Dánjal Petur Hansen, at bjóða vælkomin til setanina. Síðan fer Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri, at bjóða øllum - bæði nær og fjar - vælkomnum í høvuðsstaðin.
Í Útvarpi Føroya í kvøld lýsti Tórshavnar kommuna, at økið undir Bryggjubakka - frá Vágsbotni og úteftir - er stongt fyri allari ferðslu frá í kvøld og fram til leygarkvøldið á midnátt.
Meðan North Atlantic Fish Fair er í stóra bygninginum hjá Poul Mohr á Hjalla, verður skipað fyri flótandi framsýning í Vágsbotni, har bátar verða sýndir fram við útgerð. Høvi verður eisini hjá áhugaðum at royna bátar og útgerð.
Tjald verður sett upp á stevnuøkinum í Vágsbotni, har serliga verður borðreitt við ymiskum mati úr havinum.
Í tjaldinum kunnu fólk keypa sær okkurt at leska sær við, og høvið verður eisini at keypa sterkari enn sodavatn.
Hetta verður nevniliga fyrstu ferð, at loyvt verður á skeinkja á NAFF, og tað verður Hotel Føroyar, sum kemur at standa fyri sjómati og skeinking, bæði í Vágsbotni og á Hjalla.
North Atlantic Fish Fair letur sum nevnt dyrnar upp í morgin klokkan 10, og stevnan varir til og við leygardagin.
Hetta verður eisini fyrstu ferð, at stevnan gongur inn í eitt vikuskifti.
Vanligt hevur verið, at framsýningin byrjar týsdag og varir til og við hósdag.










