Undirsjóvartunnilin millum Klaksvík og Leirvík er nú veruleiki. Tunnilin er opin allan vegin millum Norðoyggjar og Eysturoynna, og ein partur av teinum er eisini asfalteraður.
Men hóast tað nú kann koyrast undir Leirvíksfirði, so sleppa fólk ikki fram at tunlinum fyrr enn hann er heilt liðugur.
? Tunnilin er at rokna sum eitt arbeiðspláss, og tí loyva vit bara arbeiðskoyring og neyðsendarkoyring í tunlinum. Vit geva ikki undantøk til aðra koyring, tí tað verður ein skrúva uttan enda, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Norðoyatunnilin.
Eingin almenn ferðsla
Leygarkvøldið royndu nógv fólk at koyra ígjøgnum tunnilin. Bussar fóru gjøgnum tunnilin við gestunum til veitsluna hjá Norðoyatunlinum, og heimaftur vóru ítróttarfólk, sum komu úr Suðuroynni, uppi í bussunum.
Men hóast hendan koyring smakkar av meira, so mugu fólk eisini næstu mánaðirnar sigla um Leirvíksfjørð.
? Vit loyva sjúkraflutningi ígjøgnum tunnilin, tá ið tað ber til, men annars letur tað seg ikki gera at sleppa ígjøgnum. Tað verður eingin almenn ferðsla ígjøgnum tunnilin, fyrr enn hann er liðugur næsta ár, sigur Dávur Reinert Hansen.
Les meira um Norðoyatunnilin á síðunum 20 og 21.










