Eingin fer á fiskavirki fyri at fáa úr ALS

- Tað verður ein vanlukka fyri tey tímaløntu á fiskavirkjunum, um skipanin verður gjørd verri. Eingin kann liva av fiskavirkisvirkisskipanini, men kortini hevur hon stóran týdning fyri fiskafólk, tá inntøkan í nógvum førum er lítil, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid Volles Niclasen

FISKAVIRKISSKIPANIN

Hon er sera vónsvikin av, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at broyta fiskavirkisskipanina.
- Eg eri púra samd við Ingeborg Winther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, sum er hart ímóti, at skipanin verður broytt til tað verra – og í ringasta føri verður avtikin. Eins og Ingeborg Winther, haldi eg eisini, at metir landsstýrismaðurin, at tað eru arbeiðsgevarar, sum misbrúka skipanina, eigur hond at verða tikin um hendan partin. Hetta eigur í hvussu er ikki at ganga út yvir tey, sum av røttum fáa sítt íkast úr skipanini.
Jastrid Volles Niclasen, sum hevur verið forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag í nøkur ár og í mong ár hevur arbeitt í fiski, heldur, at sjálv fiskavirkisskipanin ikki skal nertast, tí tað verður ein vanlukka fyri tey tímaløntu á fiskavirkjunum, um skipanin verður gjørd verri.
- Eingin kann liva av fiskavirkisvirkisskipanini, men kortini hevur hon stóran týdning fyri fiskafólk, tá inntøkan í nógvum førum er lítil.
Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag vísir á, at tey allar flestu, sum eru í skipanini, fáa langt undir tímaløn fyri teir tímar, tey fáa úr fiskavirkisskipanini.
- So, eg dugi ikki at síggja, hvat er hjá landsstýrismanninum at fara eftir, leggur hon aftrat.
Jastrid Volles Niclasen heldur, at eru skeivleikar við skipanini, kann Jóhan Dahl hyggja upp á hesar.
- Men tað kann undir ongum umstøðum koma upp á tal at gera skipanina verri fyri tey tímaløntu, sum eru í henni – og hava brúk fyri hesi skipan, ið gevur teimum eina minstuløn upp til 32 tímar um vikuna, sigur hon.

Skulu eisini liva
Jastrid Volles Niclasen vísir á, at eingin fer á eitt fiskavirki at arbeiða fyri at fáa pening úr fiskavirkisskipanini, men skipanin er kærkomin til at tryggja fiskafólki eina minimumsløn.
Forkvinnan er rættiliga vónsvikin av, at Jóhan Dahl eftir øllum at døma ætlar at gera fiskavirkisskipanina verri – og kanska í ringasta føri vil hesi skipan til lívs.
- Tey tímaløntu, sum arbeiða á fiskavirkjunum, hava eisini sínar føstu útreiðslur hvønn mánaða. Sum øll onnur skulu tey eisini hava mat á borðið og tað mest neyðturviliga hvønn dag.
Jastrid leggur dent á, at eingin fer á eitt fiskavirki at arbeiða fyri at fáa pening úr fiskavirkisskipanini.
- Tú skalt í fyrsta lagi hava eitt inntøkugrundarlag, um tú skalt fáa nakað úr skipanini. Í sær sjálvari er henda skipan tískil einki at dúva uppá, men hon gevur tímaløntum á fiskavirkjum eitt minimumsgrundarlag, sum hon tekur til.
Jastrid Volles Niclasen mælir tí landsstýrismanninum staðiliga til at halda fingrarnar burtur frá hesi skipan – og í øllum førum ikki gera fiskavirkisskipanina verri fyri tey, sum veruliga hava brúk fyri henni.