Eingin felags 7. flokkur

17. desember í fjør samtykti býráðið í Sunda kommunu, at allir 7. floksnæmingar í kommununi frá næsta skúlaári at rokna skulu ganga í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Men gjárkvøldið ógildaði ein meirluti í nýggja býráðnum ta samtyktina.

- Tað gjørdi vit, tí vit hildu ætlaðu broytingina vera ov illa fyrirreikaða. Borgararnir mugu sleppa til orðanna, og tí fara vit at hava lokalar almennar fundir. Hevur tú ikki fólkið við tær, er broytingin deyðadømd, sigur Heðin Zahariasen, borgarstjóri.

At samtyktin var ógildað, merkir ikki, at einki hendir. Býráðið er samt um, at broytingar skulu gerast á skúlaøkinum, og farið verður til verka beinanvegin við fyrireikingunum.

Tað taldi eisini við, tá ið kommunustýri ógildaði samtykti broytinga, at øll skúlastýrini mæltu frá.