Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021?
- At ferðast í egnum landi.
Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður tað ein túrur av landinum?
- Vegna koronu verður eingin familjutúrur gjørdur uttanlands í ár, sum vit annars altíð plaga at gera. Tað verður helst sum í fjør summar, tá vit gjørdu fleiri spontanar túrar í Føroyum. Í summar hugsi eg eitt nú um Fugloy, Mykines og Sandoy.
Tað sigur Havgrímur Johannessen, sum eigur og rekur handilin Hon & Hann.
Ferðast tú eisini í egnum landi?
- Ja, tað geri eg, og tað er ikki minst koronu fyri at takka.
Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum?
- Ja, heilt vist. Tað eru tey fægstu, sum tora at fara uttanlands at ferðast - og sama er við ferðafólki, sum kundu hugsað sær at komið til Føroya.
Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag?
- Veðrið hevur so avgjørt einki havt at bjóða enn, men tað góða er, at tað kann bara blíva betur, sigur Havgrímur Johannessen.