NSÍ skuldi havt verið í Vágum, og B68 skuldi havt vitjan av B71. Men báðir dystirnir hjá teimum skálafjarðarliðunum vórðu avlýstir. Stóra bilvanlukkan í Skriðunum fríggjanáttina hevði við sær, at feløgini saman við FSF gjørdu av at útseta dystirnar.
Vit hava skilt, at ætlanin er at fáa dystirnar avgreiddar, áðrenn næsta umfarið verður á skránni komandi vikuskifti.
jh