Eingin fótbóltur í Klaksvík

Sambært skránni eiga meistararnir í EB/Streymi at spæla á útivølli í Klaksvík í dag. Nú er greitt, at eingin fótbóltur verður í Klaksvík ídag. Vøllurin á Eiðinum í Klaksvík er kritahvítur, og hóast sólin viðhvørt hevur hug at kaga undan, so er ikki hugsningur um, at tað seinnapartin skal bera til at spæla fótbólt har norðuri.

 

KÍ leiðslan sigur við nordlysid.fo, at avgerð er tikin um, at útseta dystin til mikukvøldið, tá ið fyrsta bríkslið verður klokkan 18.00.

nordlysid.fo eigur myndina, sum vísir hvítklædda fótbóltsvøllin í Klaksvík.