Tippeligan
Tað man vera langt síðani, at eingin føroyingur hevur verið á liðnum hjá Sogndal. Í fjør vóru teir ofta tríggir á liðnum, og í ár hava teir verið tveir. Sum vit nevndu í blaðnum í síðstu viku, so er Julian Johnsson so mikið skaddur, at tað ikki ber honum til at spæla teir næstu dagarnar.
Kurt Mørkøre hevði verið ímillum teir fyrstu ellivu í fýra teimum fyrstu umførunum, men sunnudagin kom hann ikki á vøllin.
Undan útidystinum í Bergen ímóti Brann hevði venjarin tikið avleiðingarnar av, at tað higartil í ár ikki hevur eydnast Kurt Mørkøre at skora mál. Føroyski landsliðsmaðurin var ikki á liðnum, og hann varð heldur ikki skiftur inn, tá Sogndal síðstu løtuna royndi at koma afturíaftur.
Kurt er tað, sum teir kalla typiskur boksspælari. Tað vil siga, at hann er vandamiklast, tá hann liggur í brotsteiginum og dyrgir eftir møguleikunum. Men sovornir møguleikar eru sum lundi á jólanátt hjá Sogndal, nú teir eru í bestu deildini. Serliga á útivølli gongst illa at koma til sovornar møguleikar. Sogndal spælararnir liggja oftast aftarlaga á vøllinum, og so senda teir langar bóltar fram. Kurt hevur ongantíð verið nakar kapprennari. Tá er ungi Tommy Øren meiri vandamikil.
Nógv fólk
Sogndal og Brann Bergen liggja ikki so langt hvørt frá øðrum. Tí var talan um eina lokal uppgerð, og tað sást aftur á áskoðaratalinum. 13.032 áskoðarar vóru og hugdu at.
Hagtølini siga, at heimaliðið var greitt omaná. Brann hevði níggju málmøguleikar, og Sogndal hevði tveir. Men í 1. hálvleiki kom einki mál.
Heimaliðið setti hol á, tá seinna umfarið var seks minuttir gamalt, og seks minuttir seinni øktu teir til 2?0. Fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Sogndal at minka um munin og harvið at seta eitt sindur av spenningi í síðstu løtuna. Tommy Øren skoraði málið hjá Sogndal.
Í norskum fótbólti og serliga hjá teimum, ið liggja eitt sindur tungt í sjónum, vísir tað seg, at stigini koma til høldar á heimavølli, meðan tað skerst verri á útivølli. Komandi vikuskifti verður tað ivaleyst hjá Sogndal at takast við á heimavøllinum, tí tá fáa teir vitjan av Viking, sum telist millum oddaliðini.
Tað er ikki serliga sannlíkt, at Julian verður komin fyri seg aftur komandi sunnudag. Og so fæst at síggja, um venjarin velur at brúka Kurt Mørkøre á heimavøllinum. Tað munnu vit føroyingar í hvussu so er vóna.










