Superligaliðið AaB spældi leygardagin venjingardyst ímóti Jetsmark, og AaB vann greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 5-0. Føroyski landsliðsspælararnir Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru partur av hópinum hjá AaB, men hvørgin teirra spældi við leygardagin. Jón Rói stríðist við at koma fyri seg eftir skaða, og Súni lá sjúkur. Simon Bræmer og Jeppe Curth skoraðu tvey mál hvør, og fimta málið gjørdi Mathias Lindstrøm.