Eingin føroyingur smittaður seinastu dagarnar

Fimta dagin á rað er eingin føroyingur funnin við korona

Tað eru framvegis 184 føroyingar tilsamans, ið hava fingið staðfest korona. Hetta er úrslitið nú 5.509 føroyingar eru kannaðir.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður og sostatt her hetta fimti dagurin á rað, at eingin er smittaður.

Tað upplýsir Landslæknun í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini frá í gjár eru tøk, og og sostatt heldur tann góða gongdin fram.

Í løtuni eru 157 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava havt korona. Í løtuni er eingin  innlagdur á Sjúkrahús við korona

Í dag er 1. páskadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 14.apríl.