Eingin føroyingur fekk virðisløn í kvøld

Greta Thunberg fekk umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum - men hon segði hana frá sær

Føroyar fingu ikki nakra virðisløn frá Norðurlandaráðnum í kvøld.

Fimm virðislønir eru lætnar í kvøld og føroyingar høvdu latið uppskot inn til fýra av teimum.

Guðrun & Guðrum vórðu í uppskoti til umhvørvisvirðislønina, fyri at gera mótaklæðir burtur úr ull, sum annars fer fyri skeyti. Men tað varð Greta Thunberg úr Svøríki, sum fekk virðislønina fyri stríðið fyri at fáa politikarar at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara.

Men hon vildi ikki hava hana og segði hana tískil frá sær. Umhvørvið hevur ikki brúk fyri fleiri virðislønum, varð hon endurgivin fyri at siga.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/greta-thunberg-noktar-at-taka-imoti-umhvoervisvirdisloen/Les eisini Her: Greta Thunberg noktaði at taka ímóti umhvørvisvirðisløn

Operasangarin, Rúni Brattaberg var føroyska uppskoti til tónleikavirðislønina, men hana fekk Gyða Valtysdóttir úr Íslandi.

Danski rithøvundurin, Jonas Eika, fekk bókmentavirðislønina, og føroyska uppskotið til hana var Jóannes Nielsen fyri yrkingasavnið, Gudahøvd.

Rakel Helmsdal og teknarin, Kathrina Skarðsá vóru í uppskoti fyri Føroyar til virðislønina fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina, Miljusøgur, men ta virðislønina fekk norski rithøvundurin, Kristin Roskifte.

Annars var tað danski filmurin, Dronningen, sum fekk filmsvirðislønina, ,men einki uppskot var úr Føroyum til hesa virðislønina.