Eingin føroyingar løstaður í Istanbul

Eingin føroyingur var millum tey deyðu ella løstaðu í yvirgangsálopinum í Ataturk flogvøllinum í Istanbul fyrradagin. Tað boðar frá Uttanríkisráðið frá á síni heimasíðu.


36 fólk lótu lív og 148 fingu løstir, tá tríggir yvirgangsmenn lupu á flogvøllin, ið er millum teir størstu í Evropa. Tað tykist tó, at eingin norðurlendingur fekk skaða ella lat lív.


- Tær norðurlendsku uttanríkistænasturnar samstarva á staðnum til tess at fáa greiðu á, um nakar norðurlendingur er millum tey raktu. Eftir at hava kannað støðuna gjølla, og m.a. vitjað øll viðkomandi sjúkrahús, er ikki funnið fram til nakran norðurlending millum tey raktu, skrivar Uttanríkisráðið.


Føroya uttanríkisráðið upplýsir, at danska uttanríkisráðið ikki fer at herða teirra ferðavegleiðing til Turkalands í kjalarvørrinum av álopinum.