Ætlaða fólkaatkvøðan 26. mai verður av ongum, og hon verður heldur ikki útsett.
Hetta hevur løgmaður gjørt restini av samgonguni greitt. Løgmaður heldur, at øll sjálvstýristilgongdin, sum hon er, dettur á gólvið, um fráboðaði sjálvstýrisleisturin fellur á eini fólkaatkvøðu.
Í staðin ynskir løgmaður at farið verður miðvíst undir at yvirtaka málsøki restina av valskeiðnum. Í hesum sambandi hevur Fólkaflokkurin gjørt eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið at gera broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, ið beinleiðis minna um Sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum.
Yvirtøkupolitikkur
Fólkaflokkurin skjýtur upp, at landsstýrið skal arbeiða fram ímóti at yvirtaka øll málsøki, uttan tey, sum eru tengd at yvirvaldsrætti ríkisins. Landsstýrið skal fáa staðfest, at lóggávuvald og umsitingarvald í yvirtiknum málum ikki skal kunna verða skert ella tikið aftur. Hetta krevur tó, at ein avtala fæst í lag við donsku stjórnina um at fáa málsøkini á lista B í Heimastýrislógini yvir á lista A.
Á uttanríkispolitiska økinum skulu broytingar eisini gerast, ið eru meinlíkar teimum, sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til. Heimildirnar hjá landsstýrinum og løgtinginum í uttanríkismálum skulu víðkast, so vit í minsta lagi sleppa at gera altjóða sáttmálar í yvirtiknum málum og í minsta lagi fáa medavgerðarrætt í øllum málum, ið viðvíkja Føroyum.
Blokkstuðulin skal eftir uppskotinum hjá Fólkaflokkinum minkast eftir einari skipaðari ætlan, til veitingin er dottin burtur eftir einum avtalaðum áramáli. Samstundis skal ein búskapargrunnur setast á stovn, fyri at tryggja Føroyum eina trygga gongd frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap.
Hetta víkir eitt sindur frá tí, sum Javnaðarlfokkurin áður hevur sagt seg taka undir við. Javnaðarflokkurin fer helst ikki at taka undir við at minka blokkin eftir einum avtalaðum áramáli. Men roknast kann kortini við, at hann tekur undir við at gera ein búskapargrunn.
Samgongan í vanda
Beint eftir at Sosialurin fór til prentingar klokkan 13 í gjár, skuldi løgmaður á samgongufundi leggja nýggju ætlanina fram fyri hinar báðar samgonguflokkarnar. Sosialurin skilir tó, at løgmaður longu hevur lagt ætlanina fyri leiðararnar í ávikavist Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Hesir báðir flokkarnir taka ikki undir við ætlanini.
Sjálvstýrisflokkurin vil framvegis hava eina fólkaatkvøðu, men hann vil hava hana útsetta.
Tjóðveldisflokkurin er í tvíningum í hesum máli. Tann sokallaði eldri vongurin í Tjóðveldisflokkinum hevur hug at taka undir við uppskotinum frá løgmanni, tí hann metir hetta sum einastu loysn fyri at koma víðari á sjálvstýrisleið. Yngri vongurin í Tjóðveldisflokkinum - har formaðurin eisini hoyrir til ? vil hava landsstýrið at halda fram við tí sjálvstýrisleisti, sum landsstýrið boðaði frá 1. februar. Fólkaatkvøðan 26. mai um ein bundnan sjálvstýrisleist skal haldast, eru boðini.
Javnaðarflokkurin við
Sosialurin skilir á keldum í Tinganesi, at nýggja ætlanin veruliga hevur sett samgonguna í vanda. Vit vita eisini, at løgmaður hevur havt samband við Jóannes Eidesgaard, formann Javnaðarfloksins, um ætlanina. Jóannes Eidesgaard hevur kortini ikki aðara viðmerking, enn at hann vil síggja ítøkiliga uppskotið, áðrenn hann tekur nakra støðu ella kemur við nakrari almennari viðmerking.
Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, tekur ikki undir við uppskotinum. Hann heldur, at almenna skuldin skal gjaldast, áðrenn nakað verður yvirtikið.
Fer Tjóðveldisflokkurin úr samgonguni ,er kanska ein lítil møguleiki fyri samgongu millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin. Ein annar møguleiki er, at løgmaður skrivar út nýval. Hetta er kortini lítið sannlíkt, orskað av vánaliga úrslitinum hjá Fólkaflokkinum til seinastu veljarakanning.
Triðji møguleikin er, at Tjóðveldisflokkurin semist um, at hetta er tað einasta, sum í verandi støðu kann henda á sjálvstýrisleið, og tí tekur undir við uppskotinum og verður í samgonguni. Alternativið kann gerast, at flokkurin fullkomiliga verður settur uttan fyri allar avgerðir á sjálvstýrisleið. Hetta kann flokkurin helst illa liva við.