Eingin evropeisk bjargingarætlan

Tað eydnaðist ikki leiðarunum í teimum størstu ES-londunum at semjast um eina felags ætlan at hjálpa fíggjarkervinum

Ætlanin við toppfundinum fyrradagin var at finna eina semju um, hvat skal gerast, um ein av teimum heilt stóru evropeisku bankunum kemur í so svára kreppu, at hann má fáa hjálp fyri at hóra undan. Men eygleiðarar siga, at tað var sera torført at fáa eyga á nakað veruligt uppskot, og tí endaði fundurin eisini semjuleysur.

Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, segði seg kortini vera væl nøgdan við tað, sum kom burtur úr fundinum í Berlin millum leiðararnar í Týsklandi, Fraklandi, Bretlandi og Italia. Hann vísti á, at tey fýra londini góvu hvør øðrum lyfti um at samarbeiða fyri at sleppa undan einari kreppu á tí evropeiska fíggjar- og bankamarknaðinum.

Undan fundinum í gjár varð tosað um, at teir fýra leiðararnir kanska fóru at semjast um ein hjálpar- ella bjargingarpakka við 700 milliardum dollarum eins og tann í USA, men tað varð av ongum.

Danski professarin Per H. Hansen heldur, at tað er óheppið, at eingin semja fekst, tí soleiðis sum støðan er, hevur Evropa onga ætlan, um tað skuldi hent, at ein av teimum stóru evropeisku bankunum kemur í trupulleikar.

-Evropeiski Miðbankin kann hjálpa við gjaldføri, men hann hevur ongan møguleika at lata einstøkum bankum nýggjan pening, sigur Per H. Hansen, sum er professari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, við DR.