Fiskivinna
Í november í fjør gjørdu trý sjálvstøðug feløg í Vági avtalu við hetlendingar um keyp av trolaranum Sunbeam, men tað tók fýra mánaðir, áðrenn skipið kom til Føroya.
Upprunaliga ætlanin hjá eigarunum var, at skipið skuldi koma í flotan fyri djúpvatnstrolaran Roc Amadour, og sum skilst var einki til hindurs fyri hesum.
Seinni broyttu eigararnir umsóknina til Fiskimálaráðið, tí teir mettu, at fyritreytirnar hjá teimum vóru broyttar. Nú ynsktu eigararnir, at Sunbeam í staðin kemur í flotan fyri djúpvatnstrolaran Sancy.
Men tað vildi Fiskimálaráðið ikki góðtaka, tí útrokningar, sum myndugleikarnir brúka, vístu, at Sunbeam er ov stórur at seta inn fyri Sancy – eisini, hóast maskinan á trolaranum er plombað niður á 1800 HK.
John Hendrik Holm sigur, at Sunbeam framvegis liggur á Vági, og beint í løtuni er endalig avgerð ikki tikin um, hvussu verður.
- Vit arbeiða við ymiskum møguleikum og vænta, at ein endalig avgerð verður tikin heilt skjótt.
Hann sigur, at skipið hevur verið lýst til sølu og eru framvegis á sølulista.
- Vit eru greiðir yvir, at vit fáa ikki Sunbeam inn fyri Sancy. Tann parturin er yvirstaðin. Vit eru ikki argir inn á Fiskimálaráðið, um treytirnar eru, sum tey siga, at tær eru. Hinvegin skulu øll viðgerast eins í skipanini.
Spurdur, um hann ivast í, um feløg ella persónar fáa ymiska viðgerð í politisku og umsitingarligu skipanini, sigur John Hendrik, at tann spurningin hevur hann onga viðmerking til.
Sunbeam, sum framvegis liggur á Vági, er eitt lutfalsliga nýtt skip, smíðaður í 1997.