Eingin el-bilur beint nú

- Eg eri ikki sannførdur um, at el-bilarnir eru so grønir, sigur Dávur Juul, borgarstjóri

 

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Eg koyri ein Volvo-bil, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil? 

- Bensin.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Ja, men tað verður ikki beint nú.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Eg eri ikki sannførdur um, at el-bilarnir eru so grønir, sum sagt verður, tá hugsað verður um battaríframleiðsluna, og at vit enn brúka nógva tungolju til okkara el-framleiðslu.

Dávur Juul sigur seg vænta, at annað meira umhvørvisligt brennievni kemur á marknaðin um stutta tíð, og her nevnir hann eitt nú brint. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinast var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.