Sverri Nilssen má seta eitt sivilt rættarmál í gongd sum skjótast. Annars er málið fyrnað, og hann fær einki endurgjald, og heilsuverkið fær onga átalu.
Hetta sigur John Eysturoy, fyrrverandi formaður í Sjúklingafelag Føroya. Hann greiðir frá, at av tí at sjúklingatryggingin ikki er sett í gildið í Føroyum, eru fólk sjálvi noydd at leggja sak móti heilsuverkinum.
- Fyrningarfreistin í slíkum málum er í dag bara tvey ár, og tí má eg bara heita á hendan sjúklingin at seta gongd í eitt sivilt rættarmál sum skjótast. Heilsuverkið ger einki av sær sjálvum, sigur John Eysturoy, sum sjálvur saksøkti heilsuverkið og fekk viðhald og endurgjald. Men rættarmálið tók fýra ár.
- Eg veit um nógv, sum ikki orka í gongd við slíkt, og tí eru tað bara heilt fá mál, sum síggja dagsins ljós, sigur hann.
Sjúklingar hildnir gíslar
Politikarnir halda sjúklingum og eldri sum gíslar við ikki at seta sjúklingatryggingarlógina í gildi í Føroyum. Hetta er skoðsmálið hjá fyrrverandi formanninum í sjúklingafelagnum av føroysku politisku skipanini.
Danmark hevur í fleiri ár havt lógir um sjúklingatrygd, sum gera tað lætt hjá sjúklingum at kæra um læknafeilir og skeivar viðgerðir. Men í Føroyum skal sjúklingurin einsamallur stríða seg í gjøgnum rættin fyri at prógva, at heilsuverkið hevur gjørt okkurt skeivt.
Sjálvur hevur John Eysturoy fingið skurviðgerðir í knæ og rygg eftir rættarmálið, og í báðum førum kravdi hann at verða viðgjørdur í Danmark.
- Eg havi mist álitið á føroysku skipanini, og eg veit, at um ein feilur hendir í Danmark, so fær sjúklingurin endurgjald og læknin eina átalu. Tí er tað nógv tryggari at verða viðgjørdur niðri, sigur John Eysturoy.