Eingin egning í dag

Streymurin er avtakandi og veðurlíkindini eru góð. Nógvir av útróðrarbátunum í Klaksvík vóru tí úti týsdagin.

Tað er langt millum útróðrarbátarnar henda týsmorgunin.
Eftir eitt vikuskiftið við liggjandi góðveðri og upplating av Norðoyatunlinum var tíðin komin at leggja til brots aftur.
Streymurin er avtakandi, eftir at hava verið hægstur um vikuskiftið. Nú hava teir lagt frá landi aftur, samstundis sum líkindini eru góð.
Í fleiri av egningarskúrunum er einki lív henda týsmorgunin, tí bátarnir eru ikki afturkomnir enn. Eingin bilur sæst nakrastaðni, og tí er spurningurin um nakar egnari man vera at hitta.
Jú, mín sann. Í einum teirra er ljós og lív. Her eru tveir mans til arbeiðis í skúrinum hjá útróðrarbátinum Reynsmúla. Teir gera klárt til næsta umfarið í egningini.
 
Skjótt at skera
Henda týsdagin eru teir tveireinir í skúrinum  Hans Elias og makkari hansara. Teir skera agn.
Á borðinum liggur nakað av høgguslokki og inni í frystigoymsluni liggja fleiri pakkar av hinum slagnum av agni  tí sonevnda saury.
Hetta eru tey bæði sløgini, sum útróðrarmenn kenna, og sum í løtuni verða nógv nýtt í egningini.
Fyrr var agnið skorið við hond og knívi, men í dag hevur tøknin at kalla tikið yvir.
Á borðinum stendur ein einføld maskina: Her verður høgguslokkurin lagdur í, og brotpartin av einum sekundi seinni, er hann sundurskorin til agnbitar. Hesir verða savnaðir saman í eini kurv á gólvinum.
Vóru egnarar til arbeiðis henda dagin høvdu teir skjótt kunna fylt agnið á borðini, soleiðis at menn fingu arbeitt tað, teir skulu.
 
65 stampar
Sum nevnt er eingin egnari inni í skúrinum hesa løtuna. Teir koma seinni.
Línubáturin Reynsmúli fór aftur til útróðrar um midnáttarleitið mánakvøldið. Við sær høvdu teir 65 stampar.
- Vit vænta at teir koma aftur einaferð í kvøld - týskvøldið, søgdu teir báðir í skúrinum.
Tí varð roknað við, at arbeiði fór at verða aftur til egnararnar dagin eftir  tað er: mikumorgunin.
Tað ræður um at gera skjótt av, tí streymurin er framvegis góður.