Fyrr í dag varð sagt, at tað bar til at spæla fótbólt í høvuðsstaðnum, meðan dystirnir á Skála og í Klaksvík vórðu avlýstir, tí tað var so nógvur kavi á vøllinum.
Hetta vísti seg bara at vera partvíst rætt, tí seinnapartin varð staðfest, at tað var so mikið av kava á vøllinum inni í Vika á Argjum, at tað ikki bar til at spæla fótbólt. Fyrsta bríksl var annars ásett at vera klokkan 15.
Hesi boðini fingu víkingarnir, tá ið teir vóru komnir suður í høvuðsstaðin, og so var tað einki annað at gera hjá teimum enn at fara til hús aftur. Enn er ikki greitt, nær útsetti dysturin verður spældur.